Ferjan hevði alt ov nógvan farm

Ferjan Sewol, sum sakk við eina suðurkoreanska oyggj fyri hálvari aðru viku síðani, hevði alt ov nógvan farm umborð.

Kavarar leita framvegis umborð á vrakinum eftir teimum seinastu 119, sum ikki eru komin afturíaftur. 183 eru funnin deyð, og 174 sluppu frá vanlukkuni við lívinum.

 

Enn er eingin endalig frágreiðing komin um orsøkina til vanlukkuna, men teir seinastu dagarnar hava suðurkoreanskir fjølmiðlar gjørt nógv burtur úr farminum hjá ferjuni.

 

Tað er komið fram, at ferjan hevði 3.608 tons av bilum og øðrum farmi, og hetta er nógv meiri enn tað, sum skipið hevði loyvi til. Harafturat er hetta nógv meiri, enn skiparin hevði givið upp. Sambært pappírum, sum skiparin hevði fylt út á túrinum, vóru 150 bilar og 657 tons av øðrum farmi umborð.

 

Í hesum viðfangi verður víst á, at ferjan bleiv umbygd í 2012, soleiðis at kundi taka umleið 100 færri ferðafólk enn frammanundan. Men umbyggingin bar eisini í sær, at Sewol nú kundi taka 1.000 tons av farmi ímóti meiri enn 2.500 tonsum undan umbyggingini. Aftan á umbyggingina skuldi skipið hava meiri enn 2.000 tons av barlast. Men hóast hesar ásetingarnar vístu upplýsingar hjá reiðarínum, at ferjan kundi taka 3.963 tons av farmi ella tað, sum hon kundi taka, áðrenn hon bleiv umbygd.

 

Skiparin var ikki á brúnni, tá vanlukkan við Sewol hendi. Kanningar hava víst, at ferjan snaraði knappliga, og at hon legði seg 45 stig, sum eftir øllum at døma var meiri, enn hon toldi. Stutt eftir fekk skipið slagsíðu, og nakrar tímar seinni sakk tað.