Ferja uttan olju og CO2 útlát

Ferjur koma at sigla grundað aðra orku enn olju. Tað kann verða methanol, ethanol amoniakk ella vetni. Hesir orkuberar hava einki CO2 ella annað veðurlagsgassútlát. Vit skulu burtur frá at brúka olju og benzin, og leggja um til varandi orkukeldur....sum Veðurlagsálitið sigur frá. Just her er ein gyltur møguleiki at vit framleiða okkara egna brennievni og orkubera, ið er vetni, og spara hundratals milliónir í innfluttningi av fossilari orku.

 

##med2##

 

Omanfyri sæst eitt videobrot um ferjuna

 

Vindorkuna fáa vit sum er ikki gagnnýtt,men kunnu við elektrolysu framleiða stórar nøgdir av fyrsta flokks brennievni úr feskum vatni. Enntá hava vit framúr feskt vatn just til endamálið, tí einki kálk ella t.d. svávul er í vatninum. Hetta hevur við sær at elektrolysaeindin ikki krevur sama viðlíkahald, um so varð at t.d. kálk var í vatninum.

 

Allur skipaflotin, og allar okkara ferjur, kunna leggjast um til vetni sum orkubera. Eitt 700 tons línuskip brúkar umleið 80 tons av olju á 3 vikur fiskitúr. Við brennievninum vetni skulu brúkast góð 20 til 30 tons. Brennikyknur kunnu brúkast til ravmagn til EL-generatorin, men til ber eisini at brúka vanligan krompressiónsmotor, sum í løtuni verða hópframleiddur til bilar, skip, tok o.a. Við umlegging av øllum skipaflotanum til vetni sum orkubera verður tørvur á fleiri milliardum krónum. Stutti spurningurin er so: skulu milliardir brúkast til ein tunnil, ella skulu tær brúkast til at tryggja framtíð og eftirkomarum eina haldbara og trygga tilveru?

 

Næsti Smyril kan uttan trupulleikar skipast við brennikyknum ella kompressiónsmotorum, og við vetni sum brennievni. Tøkniliga menningin er komin hartil at ferðafólkaskip eru góðkend og klassað at brúka vetni sum brennievni. Fyrsta kommersiella og góðkenda ferjan til gott 80 ferðandi verður sett í sigling í San Francisco her í mánaðinum / fyrst í juni.


Til kunningar eru her ein leinkja sum greiðir frá fyrstu góðkendu ferjuni. Hetta er okkara framtíð, ið kemur at krevja stórar íløgur, ið uttan minsta iva verða fleirfalt meira skilagóðar til tryggjan av orku- og brennievnistørvinum, sammett við ein Suðuroyartunnil...ið ikki á ongan hátt kemur at loysa verandi og framtíðar avbjóðingar til væl skipað samfelag.