Ferja holvdist eftir ásigling

Ein lítil ferja sakk í morgun á einari kanal sunnan fyri niðurlendska býin Amsterdam, eftir at eitt farmaskip hevði siglt á hana. Stoyturin var so mikið harður, at ferjan holvdist og liggur nú við kjølinum uppeftir.

Fleiri fólk duttu í kanalina av stoytinum, og kavarar eru farnir niður at vita, um nakar er innistongdur í teirri holvdu ferjuni.

Óhappið hendi einar 10 kilometrar sunnan fyri Amsterdam, har ferjan flytir fólk yvir um Amsterdam-Rhin-kanalina. Sum skilst plaga í mesta lagi 15 fólk at vera við ferjuni.