Feriuoyggj vil steðga privatari útleigan

Mallorca vil forða fyri privatari útleigan til ferðafólk

Høvuðsstaðurin á sponsku feriuoynni Mallorca ætlar nú at steðga privatari útleigan av íbúðum til ferðafólk.

BBC skrivar, at borgarstjórin í Palma de Mallorca, nú tekur stig til, at útleigan av íbúðum umvegis heimasíður sum Airbnb skal steðgast, tí tað er blivið ov nógv av tí góða og leggur trýst á býin.

Seinastu tvey árini er talið á íbúðum, sum verða útleigaðar til ferðafólk uttan neyðug loyvi, vaksið við einari helvt, og tað hevur lagt stórt trýst á húsaprísirnar og á gerandisdagin í býnum, tí talið á ferðafólkum er nógv vaksið. 

Antoni Noguera Ortega, borgarstjóri í Palma de Mallorca, sigur seg hugsa um heildina, tá ið hann vil steðga privatari útleigan, og hann heldur, at tey fara at vera fyrimynd fyri aðrar býir, sum hava trupulleikar av stórum ferðafólkatali og vilja avmarka tað.