Enska oddaliðið vann heimadystin 3-2, men tað fær ikki venjaran at tosa um verjuspæl í Milan. – Vit gera hvørki okkum ella viðhaldsfólkunum eina tænastu við at grava okkum niður. Vit vilja spæla upp á okkara egna máta, og so mugu antin vinna ella tapa. Vit mugu jú rokna við, at teir helst fáa okkurt málið, og so eru vit eisini noyddir at skora, sigur Sir Alex Ferguson.