Ferguson væntar minniliga finalu

Venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson, væntar, at finalan í Champions League í kvøld kann blíva minnilig. Ferguson sigur við BBC, at finaluliðini, Manchester United og Barcelona, hava verið tey bestu í Evropa tey seinastu tíggju árini. Tí væntar hann eina góða finalu í London í kvøld.

 

-Tað kann blíva tann besta finalan í hesum tíggju ára skeiðinum, segði hann á tíðindafundi í gjár. Hann legði afturat, at dysturin kann væl gerast ein av teimum málríku og møguliga sera spennandi. Harumframt er hann heilt vísur í, at áskoðararnir fara at síggja góðan fótbólt. United-venjarin avdúkaði, at Manchester United fer at spæla álopsfótbólt í kvøld.

 

Finalan millum Manchester United og Barcelona verður á Wembley klokkan 19.45.