Ferguson væntar betri spæl

Manchester United er í Champions League, aftaná 2-0 sigur á Inter Milan á Old Trafford Leikvøllinum í Manchester ígjár. United er nú ósigrað í 19 heimadystum á rað í Champions League.

 

- Tað sum er áhugavert fyri meg er, at vit spældu ímóti einum liði, sum var uppá sítt besta. At vit eru komnir víðari er eitt stórt pluss, tí eg vænti, at vit vera betri í fjórðingsfinaluni. Eg trúgvi, at vit kunnu spæla betri enn hetta, sigur United-venjarin, Alex Ferguson við bretskar miðlar. - Eg eri væl nøgdur. Hetta var eitt gott úrslit fyri okkum, undirstrikar Ferguson.

 

Inter-venjarin, José Mourinho var ikki líka væl nøgdur, sum Alex Ferguson. Hóast Inter er oddalið í italsku Seriu A, so hava hvørki italskir fjepparar ella italskir miðlar tikið Mourinho til sín. - Eg kann ikki tosað við um tey seinastu 50 árini hjá Inter, men eg kann tosa um tey seinastu 4-5 árini hjá Inter, tí tað havi eg sett meg inn í. Eg kann ikki tosa um hví Inter ikki kemur víðari í Champions League, er tað kanska starvið hjá mær? Italsku miðlarnir siga, at tað liggur í mínum starvi at vinna Champions League, segði Mourinho við bretskar miðlar.

 

Mourinho fekk nógvar kritiskar og ágangandi spurningar frá italskum fjølmiðlafólkum á pressufundinum aftaná dystin, men hann noktaði at svara nøkrum av teimum.