Ferguson segði nei til enska landsliðið

Sir Alex Ferguson hevur verið venjari í Manchester United seinastu 25 árini, og hann hevur fingið framúr góð úrslit við felagnum.

 

Tvær ferðir er hann spurdur, um hann vildi venja enska fótbóltslandsliðið. Fyrru ferð var í 1996, og seinnu ferð var í 1999.

 

- Tað kom sjálvsagt ongantíð upp á tal. Eg haldi, at tað er eitt forferdiligt arbeiði, og so hevði tað eisini verið ein stórur vansi fyri meg, at eg eri skoti, sigur Sir Alex Ferguson við Skysports.