Sambært nøkrum av ensku heimasíðunum í dag, metir Sir Alex Ferguson, at Ryan Giggs kann verða maðurin, sum tekur við eftir hann sum venjari hjá Manchester United.
Millum annað skrivar Daily Mail hetta.
Heimasíðan skrivar, at Ferguson hevur sagt vinum, at hann metir Ryan Giggs hava tað, ið skal til, fyri at megna ta ábyrgd tað er, at vera venjari hjá stórfelagnum.
Uttan mun til, hvør tekur við eftir Ferguson, so eru tað stórir skógvar at fylla, men eftir at hava vant undir 70 ára gamla skotanum í 21 ár, eru tað fáir, sum hava betri innlit í, hvussu Ferguson rekur felagið.
Liverpool varðveittu sína sukkse gjøgnum 70- og 80-árini við at seta venjarar úr felagnum, og Ferguson metir, at hetta eisini kann eydnast hjá Manchester United.
Næsti dystur hjá Giggs verður dystur nummar 900 fyri Manchester United - seinasti varðin í einari einastandandi karrieru.
Hann hevur fingið ein nýggjan eitt ára sáttmála sum merkir, at 38 ára gamli leikarin hevur leikt fyri felagið í 22 ár.
Ryan Giggs hevur vunnið 12 meistaraheiti við Manchester United, fýra FA-cupir og tvey Champions League meistaraheiti og tað er meiri enn nakar annar leikari.