Í toppdystinum millum Tottenham og Manchester United leygardagin var miðvallarin Paul Scholes vístur av vølli í seinna hálvleiki. Tá fekk hann sítt seinna gula kort. Venjarin hjá Manchester United heldur tó lítið um avgerðina.
- Tað var ein skeiv avgerð. Eg havi sæð hendingin umaftur fleiri ferðir, og eg dugi framvegis ikki at síggja, hví Scholes skuldi vísast út. Helst var tað bara tí, at hann eitur Paul Scholes, sigur Ferguson.










