Ferguson hevur leingi havt eitt gott eyga á evnunum hjá Tevez, og tí var venjarin glaður um at fáa spælaran til United. Og Tevez sjálvur er eisini ógvuliga glaður fyri ta hjálpina, sum hann hevur fingið frá Ferguson. – Hjálpin, sum eg havi fingið frá Ferguson, hevur verið sera týdningarmikil. Hann trýr upp á meg, og hetta eri eg fegin um. Eg havi longu nú lært nógv av honum, hann fær meg at slappa av, og eg føli, at felagið setir prís upp á mínar dygdir.