Hann hevur tikið sína heilt egnu hevnd móti Preston, eftir at felagið hósdagin gav soninum, Darren Ferguson sekkin.
Manchester United hevur nevniliga beint eftir sekkjanina av Darren Ferguson kallað heim aftur tveir av leiguspælarunum, sum felagið hevði leigað út til Preston, samstundis sum oddaliðið í Premier League er í ferð við at tryggja, at ein triði leikari eisini verður heimkallaður frá einum leigumáli í Championship felagnum.
Preston hevði roknað við at kunna brúka Ritchie de Laet í verjuni og áleyparan Joshua King í tveimum teimum komandi dystunum, áðrenn leigumálið ran út, meðan U20 landsliðsleikarin Matty James hevur eina avtalu kappingarárið á tamb.
- Hetta kemur sum ein skelkur fyri okkum og kemur illa við. Ritchie de Laet og Joshua King verða ikki við leygardagin, tí teir hava fingið boð frá Manchester United um at koma heim beinanvegin. Og tað kunnu teir sambært avtaluni gera, sigur formaðurin í Preston, Maurice Lindsay við The Guardian.
Preston er botnlið í Championship við bert fimm sigrum í 22 dystum.