Ferguson gevst í 2011

Í 2011 hevur Alex Ferguson 25 ára starvsdag, sum Manchester United-venjari, og hetta er júst árið tá Ferguson ætlar at gevast í sínum starvi. 66 ára gamli Ferguson hevur vunnið 18 ymisk heiti, síðani hann kom úr Aberdeen í 1986. Hann vann eisini fitt av heitum í Aberdeen. Ferguson veldur, at 69 ár er ein ógvuliga passaligur fráfaringaraldur. Ferguson heldur, at tað er ov tíðliga at peika á avloysaran, men hann heldur, at hjálparvenjarin, Carlos Queiroz er eitt gott boð. ?Vit hava nakrar eigarar og eina leiðslu, sum kemur at velja tann nýggja venjaran um trý ár.? Manchester United hava enn møguleikan at vinna ?The Treble?, og í morgin leika teir fjórðingsfinalu í FA steypakappingini á Old Trafford ímóti Portsmouth. Dysturin byrjar kl. 12.45.