Ferguson: Chelsea vinnur á Barca

Venjarin hjá Manchester United roknar við, at Chelsea mikukvøldið fer at senda Barcelona út úr Champions League kappingini. Fyrri dysturin millum liðini endaði 0-0, og seinni dysturin verður í London.

- Eg eri vísur í, at Chelsea fer víðari. Enskur fótbóltur er í løtuni sterkari enn tann spanski, sigur Alex Ferguson við enskar miðlar.