Sunnudagin spælir Manchester United útidyst á White Hart Lane ímóti Tottenham.
Tað verða ikki teir somu 11 sum byrja inni fyri Manchester United. Tí Alex Ferguson broytir liðið frá dysti til dyst.
Alex Ferguson sigur við bretska blaðið, The Daily Mail, at spælarnir hjá Manchester United vísa forstáilsi fyri rotasjóns-skipanini hjá skotska høvuðsvenjaranum.
- Tað liggja fleiri metingar aftanfyri rotasjóns-skipanina hjá okkum. Men tað týdningarmesta er, at spælarnir skilja, at í Mancester United mugu vit brúka allan hópin. Eg royni altíð at greiða spælaranum, sum er vrakaður til tann næsta dystin, hví hann ikki byrjar inni, greiðir Alex Ferguson frá.
- Um spælarnir hava eina meining um tað, so er tað eisini í fínasta ordan. Eg dámi væl at tosa við mínar spælarar, og teir vita, at tá teir sleppa uppí part aftur, so eru tað onkrir aðrir sum mugu út á beinkin, staðfestir Alex Ferguson.
Alex Ferguson er ivaleysur í, at rotasjóns-skipanin hevur høvuðspartin av æruni fyri, at Manchester United hevur staðið seg so væl tey seinastu 21 árini. - At vit eru við í fremstu røð í Premier League, Champions League og í FA steypakappingini prógvar, at vit eru á rættari leið við rotasjóns-skipanini, slær Ferguson fast í samrøðuni við The Daily Mail.










