Fergie vil skriva søgu

Venjarin hjá Manchester United vónar, at hann og felagið kunnu skriva Champions League søgu í ár. Enn hevur nevnliga ikki eydnast hjá nøkrum liði at vinna kappingina tvey ár á rað, síðani hon varð umskipað til Champions League. – Summi vilja helst siga, at eg bjóði lagnuni av. Men á Old Trafford hava vit altíð sett okkum høg mál, og sjálvandi krevst hepni og at vit sleppa undan skaðum, staðfestir Ferguson, sum saman við sínum monnum tekur ímóti Arsenal í fyrru hálvfinaluni teirra millum í kvøld.