Pep Guardiola verður nú koyrdur fram sum næsti venjari hjá Manchester United.
Daily Mirror skrivar, at spanskir fjølmiðlar føra hetta fram, og sagt verður, at tað er Manchester United venjarin, Sir Alex Ferguson, sjálvur, ið hevur skotið hetta upp.
Sagt verður, at 39 ára gamli Guardiola ikki situr so væl um sátt við nýggja Barcelonaforsetan, Sando Rossel, samstundis sum sáttmálin hjá Pep Guardiola við Barcelona gongur út næsta summar.
Umboðsmaðurin hjá Guardiola, Jose Maria Orobigt, sigur, at samband hevur verið við eitt europeiskt stórfelag, samstundis, sum Manchester United leitar eftir einum avloysara fyri 68 ára gamla Ferguson.










