Fergie kann fáa dystarbann

Alex Ferguson var alt annað enn mjúkur í orðavalinum, tá hann eftir javnleikin hjá Manchester United tosaði um dómaran, Alan Wiley. Millum annað segði Alex Ferguson, at dómarin als ikki var í nóg góðari venjing til at døma dyst í fremstu ensku deildini, og at hann tí als ikki megnaði at vera nóg nær teimum lyklastøðum, sum vóru í dystinum. Enska Fótbóltssambandið hevur áður boðað frá, at atfinningar móti dómarum verða sektaðar harðari í ár, og tí er vandi fyri, at Ferguson fær leikbann, skriva enskir miðlar.