Ávísar tíðir á degnum eru ferðsluviðirskiftini í Havn als ikki nøktandi. Tíbetur eru ringastu tíðarskeiðini ikki so long, at vit kunnu liva við hesum ferðslu ruðuleika. Serliga er tað partur av ringvegnum, ið ikki klárar at fáa ta nógvu bilferðsluna í gjøgnum.
Tað hevur verið tosað, og nógv uppskot hava verið á býráðsborði um vegamóti Eystari Ringvegur/Hvítanesvegur. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið broyttu samtyktina, um at ein rundkoyrin skuldi gerast har, til heldur at seta upp ferðsluljós. Ein vánalig avgerð, tí sjálvsagt skal ein rundkoyring gerast við eitt so tíðandi vegamót. Men sum vanligt, har er einki hent. Nógv tos, men eingin handling.
Eysturoyartunnilin er byrjaður, og um eini trý ár verður koyrandi millum Eysturoynna og Tórshavn. Vit vita, at tá verður munandi meir bilferðsla, og tí er umráðandi, at kommunan er klár til hesar nógvu bilarnar, ið vilja koma streymandi yvir okkum.
Tí kann tað ikki bíða longur. Ein rundkoyring má beinanvegin gerast við endan av Hvítanesvegnum, sum íbinding í ringvegin.
Verður ótolandi at búgva við Villingardalsvegin Eisini má ytri ringvegurin, sum hevur ligið í kortinum síðani einaferð í 80´inum gerast. Partar av hesum vegi eru gjørdir, men nú er avtalað gjørd millum kommununa og landsmynduleikarnar (avtalan er slett ikki politiskt viðgjørd) at heilt nýggj vegalega skal gerast, har Flatnavergurin, Sundsvegurin og Villingardalsvegurin skulu taka ta nógv øktu ferðsluna.
Øll vita, at hesir vegir tola ikki meira ferðslu, og serliga kemur nógv økta bilferðslan at ganga út yvir fólkini, ið búgva við Villingardalsvegin. Har verður ikki búgvandi fyri larmi, lukti og langum bilrøðum.
Vegurin undir Krákugjógv má tí eisini gerast, um ytri ringvegurin skal geva nakra meining.
Landið hevur bundið seg til at gera meginpartin av vegagerðini, so talan er ikki um so stóra peningaupphædd fyri kommununa.
Umráðandi er at broyting kemur í politisku samansetingina á Vaglinum. Um ikki tað hendir, so verður tað sum tað plagar – snik og snak, fundir og nógvar myndir av borgarstjóranum, men lítil handling.
Jan Christiansen
Tórshavnar Kommuna
Valevni á lista A