Ferðsluóhapp elvir til ruðuleika í ferðsluni

Óhappið var í rundkoyringini á Hálsi í Havn

Fyri eini løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp í rundkoyringini við Magnstøðina á Hálsi. Tveir bilar eru stoyttir saman og bæði løgregla og sjúkrabilar hava verið á staðnum. Tað er nógv ferðsla hesa tíðina, so tað elvdi til ruðuleika í ferðsluni til løgreglan fekk beint bilarnar aðrar vegir. Enn veit løgreglan ikki, hvat tað er, sum er farið fram.