Ferðsluóhapp: Báðir bilarnir máttu flytast av staðnum

Í áðni var eitt ferðsluóhapp mitt í ein krossvegi í Havn

Fyri eini løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á krossvegnum ímillum Eystara Ringveg og Hvítanesveg. Her er ljósregulering, men annar bilurin hevur so ikki hildið víkiskylduna, so tað brast. Løgreglan sendi ein sjúkrabil á staðið, tí eitt fólk gramdi seg um pínu, men tey hildu ikki, at talan var um nakran skaða av týdningi.

 

Løgreglan sigur, at ferðslan varð tarnað eina løtu, tí bilarnir, sum vóru við í samanstoytinum, fingu ikki koyrt, men máttu flytast burtur.

 

##med2##

 

##med3##