Eitt ferðsluóhapp var innanfyri Sund í morgun. Sum skilst eru tað tveir bilar, ið komu koyrandi suðureftir, ið hava stoytt saman. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini hevði aftari bilurin skund og roynir at yvirhála fremra bilin. Hetta miseydnast av onkrari orsøk, og bilurin renur í afturpartin á fremra bilinum, sum síðani verður trýstur út í gyrðingina omanfyri vegin.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eingin mansskaði hendi, tó at bilarnir hava fingið stóran skaða. Ein kona, ið var við barn, sat í fremra bilinum, men heldur ikki hon er komin til skaða, segði vakthavandi fyri løtu síðani.