Politiið hevði úr at gera sunnukvøldið og mánadagin, tá fólk úr øllum landinum ringdu fyri at boða frá vindskaðum og øðrum. Men nú er illveðrið hæsað av, og tað merkist eisini hjá politinum.
– Tað hevur verið deiliga friðarligt, sigur vakthavandi hjá politinum í morgun.
Tað hava tó verið nakrir smærri trupulleikar í ferðsluni orsakað av kavanum, men annars er ikki tað stóra at skriva heim um av polititíðindum.
Í gjár vóru løgreglufólk í Sandoynni og gjørdu eitt ferðsluátak. Nakrir bilar vórðu steðgaðir, men einki mál varð skrivað.
– Alt var okay. Tað er positivt og upplyftandi fyri Sandoynna, sigur vakthavandi.
Annars gjørdi politiið eina handtøku týskvøldið, tá ein taxachaufførur fekk trupulleikar av nøkrum gestum. Politiið fær ikki sagt annað um hetta, enn at kanningar verða gjørdar í málinum.