Frá fríggjadegnum 27. august 2021 grevur Fjarhitafelagið vegin upp í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu. Talan er um stórt arbeiði, ið hevur fleiri ferðsluavmarkingar við sær fyri ferðsluna í miðbýnum. Hetta skrivar torshavn.fo.
Í fyrstu syftu hevur arbeiðið hesar ferðsluavmarkingar við sær:
Ferðslan er einvegis í brekkuni oman eftir J. Paturssonar gøtu til Steinatún
stongt er fyri allari ferðslu úr Steinatúni til Jóannesar Paturssonar gøtu. Bara bussleiðin og arbeiðsbilar hjá Andriasi Berg eru undantikin. Øll onnur bilaferðsla kann annaðhvørt snara oman eftir Tórsgøtu ella niðan eftir Niels Finsens gøtu.
Ferðslan ið kemur oman eftir Dalavegnum má ikki snara oman brekkuna til Steinatún - bilar skulu annaðhvørt fara eftir Heygsbreyt oman í býin ella snara til høgru út eftir Jóanesar Paturssonar gøtu.
Ferðslan ið kemur oman eftir Tróndargøtu kann ikki snara til høgru niðan eftir J. Paturssonar gøtu
Stongt er fyri allari ferðslu á niðasta strekkinum á Dalavegnum millum Doktara Jakobsens gøtu og Jóanesar Paturssonar gøtu (við Kirkjugarðin á Svínaryggi)
Hámarksferðin í brekkuni millum J. Paturssonar gøtu og Steinatún er 30 km/t
Av tí at hetta er ein av mest nýttu vegastrekkjunum í miðbýnum, mælir Tórshavnar kommuna bilførarum til at nýta Ringvegin í tann mun tað ber til, heldur enn smærri síðugøturnar.
Hetta skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri yvirlitsmyndir yvir arbeiðið at síggja.