Ferdinand úti av HM

Bara sjey dagar áðrenn HM-kappingin í Suðurafrika byrjar, hevur enn eitt óhapp rakt enska landsliðshópin. Longu tíðliga var greitt, at David Beckham ikki náddi at gerast frískur aftur eftir skaða, og í dag, bara sjey dagar áðrenn HM byrjar, skaddi landsliðsliðskiparin, Rio Ferdinand, eitt liðband í knænum og verður tí ikki við til HM.

 

31 ára gamli Ferdinand var annars útnevndur til liðskipara eftir at John Terry hevði havt trupulleikar uttan fyri vøllin, sjálvt um Manchester United verjuleikarin hevur verið ógvuliga nógv skaddur seinasta árið.

 

So avboðið nú til tað, sum hevði verið hansara fjórða HM-endakapping er ein syrgiligur endi til eitt út av lagi vánaligt kappingarár við hópinum av skaðum, og handanini av meistaraheitinum til fíggindan Chelsea, sum eisini vann stóru steypakappingina.

 

FIFA-reglar siga, at er orsøkin skaði, kann eitt land innkala eyka leikara fram til dagin fyri, at landið spælir fyrsta dystin í endakappingini, og tað verður Tottenham miðverjin, Michael Dawson, sum í kvøld longu hevur pakkað og er á veg til Suðurafrika.

 

Hvør so kemur at sæla við síðuna av John Terry í ensku miðverjuni er upp til Fabio Capello. Hann hevur nú Ledley King og Michael Dawson úr Tottenham, umframt Jamie Carriger og Matthew Upson at velja ímillum.

 

Og liðskiparabindið ? tað fer til varaliðskiparan, Steven Gerrard, veit millum annað Sky News at siga frá í kvøld.