Ferdinand fjaldi skaða

Verjuspælarin hjá Manchester United, Rio Ferdinand, vildi ikki viðurkenna, at hann fyrr í hesum kappingarárinum hevði álvarsaman ryggskaða.

 

Hann royndi at spæla, men avrikini vóru svikalig, og viðmerkjarar róðu fram undir, at Ferdinand var á veg niður sum fótbóltsspælari.

 

Í gjár greiddi Ferdinand blaðnum News of the World frá, at hann spældi, hóast hann hevði álvarsaman skaða í rygginum. Hann vildi hjálp felagnum og vildi tí ikki viðurkenna mótvegis nøkrum, hvussu støðan var.

 

- Eftir dyst hevði eg í fleiri dagar so nógva pínu í rygginum, at eg fekk nóg illa sitið, gingið ella sovið uttan sterkan pínustillandi heiligvág, sigur Rio Ferdinand við News of the World.

 

Ferdinand royndi at fjala pínuna, men var at enda noyddur at viðurkenna skaðan á fundi við venjaran Sir Alex Ferguson. Hetta var eftir sigursmálið hjá Fernando Torres í dystinum ímóti Liverpool í fjør, tá Ferdinand mest sum var runnin um koll.

 

Rio Ferdinand hevur nú fingið viðgerð fyri skaðan í rygginum, og seinastu vikurnar hevur hann aftur víst formin, sum hann plagdi at hava sum verjuspælari.