Ferðin kann hava verið 150 km/t

Tað segði ein bileftirlitsmaður, ið var avhoyrdur í deyðsvanlukkuni á Argjum.

Tað segði ein bileftirlitsmaður, ið var avhoyrdur í deyðsvanlukkuni á Argjum.

 

Eftirlitsmaðuri greiddi frá, at hann dugdi ikki at síggja nakran feil við bilinum, sum kundi havt verið ein orsøk fyri vanlukkuni á Argjum 11. januar 2014.

 

Tað var heldur eingin ábending um bremsusvikt undan vanlukkuni.

 

Hann skuldi eisini gera eina meting av, hvussu skjótt bilurin hevði koyrt, og hansara útrokningar vístu, at bilurin hevði koyrt 102,5 km/t um hann nýtti nøkur punkt, og 104 km/t, um hann nýtti onnur punkt,

 

Hann greiddi tó frá, at tað var ein ókendur faktor, sum hann mátti síggja burtur frá, og hevði tann faktorurin verið kendur, hevði ferðin verið væl meira enn nevndu km/t.

 

- Ferðin kann hava verið heilt upp til 150 km/t, um mátini hjá politinum høvdu verið nýtt, men eg havi kortini hildið meg til tað trygga, segði bileftirlitsmaðurin í rættinum mikudagin.