Ferðin hækkar ikki á Havnarvegnum

Tórshavnar kommuna hevur felt uppskot um at hækka hámarksferðina á Havnarvegnum til 70 km um tíman

Hámarksferðin á Havnarvegnum, sum er nýggi innkomuvegurin til Havnar frá rundkoyringini á Hvítanesi út í Marknagil, verður verandi 60 km um tíman.

 

Tað var Tróndur Sigurðsson úr Kommunulistanum, sum legði uppskot fyri býráðið um at hækka hámarksferðina úr 60 km um tíman til 70 km um tíman. Talan er um landsveg, har ferðin kann vera 80 km um tímarn. Men av tí at fleiri avkoyringar eru, so hevur býráðið gjørt av, at hámarksferðin skal vera 60 km um tíman.

 

Tað ferðin er niðursett, sum í hesum føri úr 80 niður í 60 km um tíman, so fellur hamarin skjótari, tá løgreglan mátar ferðina. Tað vanlig er, at tú fært klipp í koyrikortið, tá tú koyrir 20 km um tíman meira enn loyvt er. Koyrir tú 30 km um tíman, so fært tú treytaða frádøming av koyrikortinum. Tí eru nógvir bilførarar komnir í felluna, sum ikki hava givið sær far um hetta á nýggja Havnarvegnum. 

 

Men her verður eingin broyting í so máta. Tí uppskotið um at hækka hámarksferðin fall á býráðsfundinum í dag. Andstøðan atkvøddi fyri og samgongan ímóti.