Ferðavinnuskúli í Vágum

Tjóðveldi hevði fyri nógvum árum síðani í síni valskrá, at ein ferðavinnuskúli skuldi stovnast í Vágum, og nú er tíðin komin, at henda verkætlanin eigur at gerast veruleiki.

Tjóðveldi hevði fyri nógvum árum síðani í síni valskrá, at ein ferðavinnuskúli skuldi stovnast í Vágum, og nú er tíðin komin, at henda verkætlanin eigur at gerast veruleiki.

 

At skúlin verður bygdur í Vágum er upplagt. Flogvøllurin er okkara høvuðsdyr fyri inn- og útgangandi ferðafólkastreymin. Vágar eru eisini sjálvar eitt stórt ferðamál fyri ferðafólk, eins og hon er portrið til okkara størstu ferðafólkaattraksjón: Mykines.

 

Við árunum er tørvurin á einum ferðavinnuskúla í Føroyum vorðin alsamt meira eyðsýndur, einfalt tí ferðavinnan er í ógvusligum vøkstri, og avbjóðingarnar í henni broytast støðugt og gerast meira kompliseraðar.

 

At gera henda skúlan nú sampakkar eisini væl við orðaða málið hjá Tjóðveldi viðvíkjandi ferðavinnuni í komandi valskeiði, nevniliga at vit “við hegnisligari samskipan seta uppaftur størri ferð á menningina av ferðavinnuni.”

 

Ambisjónirnar hjá vinnuni sjálvari og ferðavinnumyndugleikunum eru heldur ikki smávegis: Málið hjá Visit Faroe Islands er, at umsetningurin í ferðavinnuni verður tvífaldaður næstu fýra-fimm árini, so hann verður eina milliard krónur í 2020.

 

Og visjónin er, at  at “ferðavinnan skal gerast ein týðandi vinna fyri landsbúskapin og skal mennast á ein burðardyggan hátt, við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.”

 

Skulu málini røkkast er alneyðugt, at vit hava fólkið við bestu førleikunum á økinum, og tí má ein ferðavinnuskúli í Vágum setast á stovn nú.

 

Ingolf S. Olsen
løgtignsvalevni hjá Tjóðveldi