- Ferðavinnan skal tvífaldast, soleiðis at umsetningurin verður eina milliard krónur í 2020, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Málsetningurin er fráboðaður í kronikk, sum Johan Dahl hevur í nýggja vinnublaðnum hjá Miðlahúsinum.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir á, at Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fortreytin fyri at økja um talið av ferðandi til Føroya er, at fólk kenna til landið og tær upplivingar, sum eru at fáa her.
- Tí er neyðugt við eini effektivari og hollari marknaðarføring av Føroyum, sigur Johan Dahl.
Johan Dahl vísir á, at landsstýrið hevur valt at satsa miðvíst fyri at skapa vøkstur innan ferðavinnuna í Føroyum. Eitt nú er játtanin til Ferðaráðið tvífaldað og er nú 16,7 milliónir krónur, ferðavinnuhagtøl verða nú aftur framleidd á Hagstovuni og er ætlanin í næstum eisini at broyta bygnaðin á Ferðaráðnum. Visit Faroe Islands (Ferðaráðið) hevur gjørt eina nýggja strategi, nýggja visjón og eitt nýtt brand fyri Føroyar, sum tað verður arbeitt miðvíst eftir.
- Málið er at ferðavinnan í Føroyum skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin vísir á, at innkomandi ferðavinnan skapar umleið 400-500 ársverk. Mett verður vanliga, at ein millión krónur í eyka ferðavinnuumsetningi skapar 1,5 arbeiðspláss innan ferðavinnuna.
- Røkka vit málinum um at hava ein umsetning á eina milliard krónur í 2020, merkir hetta sostatt umleið 750 nýggj arbeiðspláss innan ferðavinnuna, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum heldur ikki, at talan er um eitt órealistiskt mál. Johan Dahl vísir á nýggjar fortreytir hjá Visit Faroe Islands at arbeiða undir, umframt at Føroyar hava stórt potentiali sum ferðavinnuland.
Les allan kronikkin hjá Johan Dahl í VINNA, sum er nýggja vinnublaðið hjá Sosialinum. VINNA fæst saman við Sosialinum hesaferð, og blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.