Sambært granskarunum velja tey flestu ferðafólkini tey økini, har umhvørvið er undir trýsti, og tað hevur havt við sær, at tað lívfrøðiliga margfeldið er hótt, siga teir.
Tøl hjá ferðavinnuskrivstovum vísa, at áhugin fyri Antarktis sum ferðamáli er vaksin sera nógv. Fyri 25 árum síðani plagdu umleið 5.000 fólk at vitja har um árið, men nú liggur talið um 40.000, skrivar tíðindastovan AFP. Tølini vísa eisini, at tey flestu velja øki, har eingin ísur er, og tey eru minni enn eitt prosent av Antarktis.
Kanningar, sum eru gjørdar við fylgisveini, vísa, at umleið 160 milliardir tons av ísi fara í havið um árið. Tað er tvær ferðir meiri enn fyri bara heilt fáum árum síðani.
Granskarin Justine Shaw sigur við AFP, at tey flestu halda, at Antarktis er væl vart, tí tað er so fjarskotið, og tí at eingin býr har. Men kanningar hava kortini víst, at tað lívfrøðiliga margfeldið er hótt. Justine Shaw heldur at tað er neyðugt at verja upprunavistfrøðina á Antarktis, so hon ikki verður órógvað av ávirkan uttaneftir.