Ferðavinnan í Suðuroy spennir seg út

Suðuroyar Ferðavinnufelag opnar skrivstovu og og setir eitt starvsfólk afturat

Arni Nielsen, formaður í Suðuroyar Ferðavinnufelag sigur, at ferðavinnan á oynni má lyftast á eitt hægri støði, um fólk skulu síggja hana sum eina veruliga vinnu við møguleikum. Í hesum sambandi verður skrivstova opnað og nýtt starvsfólk sett.

 

Jana Jensen sum er útlærd frá Ferðaráð Føroya í 2009, og tók B.A í Altjóða vinnusamskifti og marknaðarføring á Syddansk Universitet í 2013, er sett í starv frá 1. Juli.

 

- Suðuroyggin er ein sonn perla í ferðavinnu høpi, og eg eri ótrúliga spent uppá hesa uppgávuna. Tað er stórur áhugi fyri ferðavinnuni, og eg trúgvi, at við góðum samstarvi kann ferðavinnan skjótt blóma í oynni, sigur Jana Jensen.

 

-  Vit eru væl vitandi um, at Suðuroyggin er rík av føroyskari søgu, vakrari og stórslidnari náttúru og ikki minst eitt skemtingarsamt fólkaslag ið vísir stóran blíðskap. Ferðavinnan í oynni hevur nógv at bjóða ferðafólki, men uttan betur samskipan fáa vit ikki givið gestunum eina uppaftur betur uppliving, sigur Arni Nielsen.

 

- Vit eru nú farin undir at stinga út í kortið, hvønn veg leiðin skal ganga, og longu nú eru fleiri sera áhugaverd tiltøk og átøk fyri framman, sigur ein sera bjartskygtur Arni Nielsen at enda.