25. apríl er dagurin, har føroyingar savnast, til tess at minnast og heiðra Merkinum. Í tí sambandi verður skipað fyri flaggdagshaldi, flaggdagsrenning og øðrum. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í einum skemtiligum tóna, at hetta óivað er orsøkin til friðarligu náttina, har nærum eingin tilburður var at hóma.
- Øll hava runnið flaggdagsrenning í gjár, so eingin hevur havt ikki orku at gera ónáðir, sigur hann skemtandi.
At lítið virksemi hevur verið hjá løgregluni, kann ein bert fegnast um. Vakthavandi sigur, at tað einasta, ið stendur í frágreiðingini er, at ferðmátingar vórðu gjørdar kring landið. Í nátt vórðu tveir persónar tiknir fyri ov høga ferð. Annar fekk klipp í koyrikortið, og hin fær eina treytaða frádøming av koyrikorti. Tað vil siga, at viðkomandi skal til eftiransandi koyriroynd. Stendur viðkomandi ikki hesa royndina, verður koyrikortið tikið.
Spurdur, um løgreglan hevur havt trupulleikar við rúsaðum fólki, ið loypir á bláman, sigur hann:
- Tíbetur er tað ikki komið so langt. Tað vóni eg heldur ikki, at tað ger, sigur vakthavandi at enda.