Stóra ferðamannaskipið Riviera hjá Oceania Cruises kemur inn á Runavíkar Havn leygardagin 15. juli kl. 10.00 og fer at liggja við kai til sunnudagin kl. 16.00.
Soleiðis skrivar Runavíkar Havn á sínum Facebook vanga, og vil tað siga, at skipið er komið til Runavíkar í dag.
Hetta er fyrstu ferð, at hetta skipið vitjar okkara havn og eisini fyrstu ferð, at eitt ferðamannaskip liggur í tveir dagar. Skipið er 240 metrar langt.
Vitjanin kemur at merkjast í økinum, tí umborð eru 1202 ferðafólk, og manningin telur umleið 800. Ferðafólkini eru úr USA, Kanada, Nýsælandi, Australia og UK.
Umboðsfelag er Tor Shipping og túrsmiður MB Tours. Cruisetoymið í Runavík er til reiðar og gleðir seg at taka ímóti nógvu gestunum, skrivar Runavíkar Havn á sínum Facebook vanga.
DAGFØRT:
Sum skilst avlýsti ferðamannaskipið ferðina inn á Runavík, tí ov nógvur vindur var, og ring líkindi annars ikki vóru at komma inn. Hetta upplýsir Torbjørn Jacobsen fyri Vágaportalinum.