Fríggjadagin kemur ferðamannaskipið Hanseatic á Vág.
Hanseatic er eitt av mongu ferðamannaskipunum, sum leggur leiðina framvið Føroyum á ferð í Norður Atlantshavi. Og nú kemur skipið fyri fyrstu ferð á Vág, skrivar sudurras.fo.
Hanseatic byrjaði hesa ferðina í Hamburg og hevur á leiðini m.a. lagt inn í Staffa á vesturstrond Skotlands, og gongur leiðin nú til Suðuroyar, á Vág, har Hanseatic kemur í morgin, fríggjadagin 27. juni.
Hanseatic er eitt luxus ferðamannaskip, sum er bygt í Finnlandi í 1991. Við á ferðini eru 184 ferðafólk