Ferðamannaskip við 780 fólkum á Havnina

Seabourn Quest kom á Havnina í góðveðrinum í morgun.

Ferðamannaskipið Seabourn Quest kom í morgun inn á Havnina. Umborð á skipinum eru 450 ferðafólk og 330 starvsfólk.


Skipið er í løtuni á eini ferð úr Svøríki til Kanada, har skipið vitjar lond, ið hava tilknýti til víkingarnar. Ferðin byrjaði í Stokkhólmi, og á leiðini til Føroyar hevur skipið vitjað Estland, Russland, Finnland og Skotland.


Á ferðini víðari fer skipið at vitja Ísland, Grønland og fleiri støð í Kanada.
Skipið er sum so mong onnur ferðamannaskip skrásett í Bahamas, men varð bygt í italska býnum Genoa í 2010, og varð doypt í Barcelona 20. Juni 2011.