Eitt ferðamannaskip við navinum, La Bellot, sum er úr Fraklandi, bar í dag við hornið á bryggjuni á Tvøroyri.
Løgreglan sigur, at tey vóru í holt við at seta eitt átak í verk, tá tey fingu boðini um, at støðan er undir eftirliti.
- Vit hava skilt, at skipið liggur við síðuni móti landi, og líkt er ikki til, at nakað er hent við skrokkinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Talan er um eitt rættiliga stórt ferðamannaskip. Tað er 130 metrar langt, og her eru 104 ferðafólk umborð.
##med2##
Dagføring:
Á havnarskrivstovuni á Tvøroyri siga tey, at sleipari hjá Mest nú er á veg suður at royna at fáa La Bellot leyst úr landi aftur.
- Tað hevur verið nakað av vindi, sum liggur framman tvørs á skipið, men vit halda ikki, at skrokkurin hevur fingið skaða.
Á havnarskrivstovuni vænta tey, at sleiparin hjá Mest verður á Trongisvágsfirði um einar tveir ella tríggjar tímar.
Myndirnar tók Rúni Thomsen.
##med3##