Nýggja grindalógin, ið lá til grund fyri dóminum í Føroya rætti móti í dag, har fimm Sea Shepherd limir eru funnin sek í brot á grindalógina, hevur vakt ans í útheiminum.
Týska fyritøkan Aida, ið skipar fyri cruiseferðum, hevur í dag boðað frá, at tað hevur avlýst tríggjar komur til Klaksvíkar seinni í summar.
Í grundgevingini fyri avlýsinga verður víst til tær ítøkiligu broytingarnar í grindalógini, ið vórðu framdar fyrr í summar.
Grindalógin varð fyri fyrstu ferð roynd í Føroya rætti í vikuni, og í dag fall dómur yvir fleiri Sea Shepherd limir, ið eru dømd at gjalda 170.000 krónur fyri brot á lógina.
At tað er ein smeitur fyri føroyska ferðavinnuni er lítil ivi um, tí umborð á skipunum eru 6.000 ferðafólk umframt manning.