Komið er út eitt serstakt ferðamannablað, nevnt Færøernes Turistblad, sum Føroya Ferðamannablað gevur út.
Sum danska heitið “Færøernes Turistblad” ber boð um, er alt tilfarið í blaðnum skrivað á donskum, bæði greinar og lýsingar.
Í eini roynd at vekja áhuga hjá skandinavum at fáa áhuga fyri Føroyum, vendir blaðið sær til norðurlendska økið, ið telur um 20 milliónir fólk. Flestu skandinavar skilja danskt, og tí er blaðið skrivað á donskum.
Tað eru tey trý, Sámal Bláhamar, Beate L. Samuelsen og Kári við Rættará, ið standa fyri verkætlanini við tí endamáli, at blaðið so við og við skal fevna um allar oyggjar okkara.
Hetta fyrsta Føroya Ferðamannablað – Suðuroy - sum navnið eisini sigur, fevnir einans um Suðuroynna sum ferðamannaøki.
Tosað hevur verið við borgarstjórarnar í teimum sjey kommununum í oynni. Haraftrat eru greinar, eitt nú um verkætlanina at fáa Suðuroynna við í eitt norðurlendskt Geopark netverk, og frágreiðing er um hálendska skipið Westerbeek, sum sigldi á land undir Lopranseiði i 1742.
Prát er eisini við eldsálir um Saltverkætlanina, MS Thorshavn sum ferðamannaskip, føroyska vatnið Basalt, frímerkir knýtt at Suðuroynni, ungu framfýsnu hjúnini, Rakul og Arna Brattaberg og annað.
Føroya Ferðamannablað er ein brellbiti til útlendsk ferðafólk at koma til Føroyar og út á bygd, har hvør einstakur borgarstjóri gjøgnum blaðið bjóðar vælkomin og greiðir frá, hvat júst hansara bygd ella býur hevur at bjóða gestunum.
Blaðið skal kveikja áhuga fyri at vitja Føroyar, og at gestirnir kenna seg vælkomnar í teimum ymisku kommununum. Blaðið er eisini tøkt á netinum á www.grafikmaster.fo










