Orsøkin var, at hann ikki hevði neyðugu pappírini við sær, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Tá Norrøna kom klokkan 7.30 í morgun stóð løgreglan, sum vanligt er, fyri ferðafólkum, og har var ein ferðamaður úr Afrika tikin til síðis, tí hann ikki hevði neyðugu skjølini at vísa fram.
– Talan var um vanligt marknaetirlit, og tað vísti seg, at hann ikki hevði pappírini í ordan. Hann varð tí handtikin og tikin við á støðina, so vit kunnu kanna málið nærri, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Hann sigur, at tað er vanligt at afturhalda fólk, um tey ikki hava neyðugu ferðskjølini, pass, visum ella uppihaldsloyvi í ordan.
– Og okkurt bendir á, at skjølini hjá hesum manninum ikki eru í ordan, sigur vaktleiðarin.
Málið verður nú kannað nærri, áðrenn støða verður tikin til, hvat víðari skal henda við manninum.