Ferðamaður breyt víkiskyldu og fekk dóm á staðnum

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Velbastað, har ein bilførari breyt víkiskylduna

Tað var á vegamótinum, at vegurin av Velbastað kemur út í Kirkjubøarvegin.

Ein bilur koyrdi út fyri ein bil á Kirkjubøarvegnum, og so hendi óhappið.

Av tí at talan var um ein útlending í leigubili, so fekk hann tað, sum løgreglan kallar eina straksbót. Tað vil siga, at skuldarspurningurin og revsingin verða avgreidd alt fyri eitt.

– Her var eingin ivi um skuldarspurningin, og heldur eingin ósemja um tað, sigur vakthavandi á politistøðini.

Bilførarin fekk tí 2.000 krónur í bót, sum hann rindaði alt fyri eitt. 

Bilurin hjá honum, sum var ein leigubilur, fekk so mikið stóran skaða, at hann kundi ikki koyra av staðnum, men mátti flytast við flutningsbili.