Ferðaliðið endurskapar knívdrama í Norðdepli

Kriminalløgreglan er framvegis ikki liðug at kanna ógvusliga harðskapsmálið í Norðdepli, og framvegis verður leitað eftir knívinum. Í næstum kemur ferðaliðið hjá ríkispolitinum til Føroya at gera eina rekonstruktión av tilburðinum.

Nakrir mánaðir ganga, áðrenn løgreglan er liðug at kanna harðskapsmálið í Norðdepli 14. juli. 18 ára gamli gerningsmaðurin er fyribils varðhaldsfongslaður til 6. september, meðan kanningararbeiðið fer fram. Eisini verða avhoyringar framvegis gjørdar.

Hóast avhoyringarnar í málinum geva løgregluni eina greiða mynd av støðuni, so verður í næstum farið undir at endurskapa tað, ið hendi. Tað verður sum nevnt ferðaliðið hjá ríkispolitinum, sum kemur til Føroya at standa fyri rekonstruktiónini av tilburðinum, henda vanlukkumorgun 14. juli. Tað er greitt, at ein ella fleiri av teimum, ið vóru offur fyri gerningsmanninum, vera við í hesi rekonstruktión. Men í síðsta enda verður tað ferðaliðið, sum avger, hvussu tað fer fram.

Knívurin, sum 18 ára gamli maðurin brúkt til at stinga fýra fólk, er framvegis ikki funnin. Men løgreglan hevur framvegis vónir um at finna knívin, staðfestir Hildur Hentze, varaleiðari á Kriminaldeildini.

Hildur Hentze heitir í sama viðfangi á fólk, sum møguliga hava sæð okkurt ella halda seg vita okkurt um tilburðin í Norðdepli 14. juli, um at venda sær til løgregluna.

 

Hóast 18 ára gamli maðurin fyribils er varðhaldsfongslaður til 6. september, so er longu nú greitt, at málið verður langt frá liðugt at bera í rættin tá.

- Nei, tað verður tað undir ongum umstøðum. Fleiri kanningar og avhoyringar skulu gerast, vit mangla framvegis knívin, og so skal ein rekonstruktión gerast av tilburðinum, sigur Hildur Hentze, varaleiðari á Kriminaldeildini.

Eisini skal 18 ára gamli maðurin mentalkannast, og tann kanningin skal helst gerast áðrenn málið kemur fyri rættin.

- Vit vóna at málið er klárt at bera í rættin fyri jól, sigur Hildur Hentze.

Eftir grundlógaravhoyringina sunnukvøldið 14. juli varð 18 ára gamli gerningsmaðurin skuldsettur fyri drápsroynd og harðskap av serliga grovum slag.

Myndin vísir staðið, har tilburðurin fór fram í Norðdepli, sunnumorgunin 14. juli. Úr kjallaravindeyganum í hvítu húsunum fremst á myndini flýggjaði Connie Karin Reinholdt oman í niðasta partin av langu lonini til vinstru, har Hervør og Essa Petersen búgva. Tey vaknaðu við at gerningsmaðurin stóð í sovikamarinum.

 

Í Vikuskiftis-Sosialinum er samrøða við hjúnini Hervør og Essa Petersen í Norðdepli, sum vaknaður til ringastu marruna, tá gerningsmaðurin brast inn í sovikamarið hjá teimum, jagstrandi eina unga kvinnu. Hjúnini vórðu bæði stungin, og hjá Essa mundi gingið heilt galið.