Túrurin hjá Smyrli av Havnini til Suðuroyar í gjárkvøldið, gekk ikki akkurát, sum tað plagdi. Tá ið tey høvdu siglt eina løtu, máttu tey venda við aftur inn á Havnina, tí ferðafólk vóru vilst umborð.
Strandferðslan sigur, at tá ið tey høvdu siglt einar 10 minuttir, gjørdi ein íslendsk kvinna vart við, at hon var endað umborð á skeivum skipi, tí hon skuldi til Íslands við Norrønu. Hon hevði trý børn við sær, so eftir sum at tey ikki høvdu siglt so heilt langt, gjørdi skiparin av av venda við og fara aftur til Havnar við henni. Kvinnan hevði bil við, so nakrir bilar máttu eisini fáast í land av biladekkinum fyri at sleppa fram at bilinum hjá kvinnuni. Men tað gekk, og kvinnan slapp so aftur upp í bilaraðið til Norrønu og Smyril kundi halda leiðina fram til Suðuroyar.
Á Strandferðsluni siga tey, at hetta er ikki eitt ókent fyribrigdi, at ferðafólk villast umborð á Smyril. Tórshavnar Havn er ikki so væl merkt við skeltum, og samstundis skulu Smyril og Norrønu býta somu bilarøðir ímillum sín. Í myrkri kann tað vera skjótt at mistaka seg. Men tey siga, at hetta hendur eisini um summarið, tá ið nógv ferðafólk eru.











