Ferðafólk flýggja undan eldi í Turkalandi

Bæði í Turkalandi og fleiri øðrum londum, sum eru umtókt ferðamál, gera skógareldar rættiliga um seg í løtuni.

 

 

 

Í minsta lagi átta fólk eru staðfest deyð í skógareldi á turkisku sólstrondini. Av hesum eru sjey fólk deyð í kenda og vælumtókta frítíðarøkinum, Antalya.

 

Myndir úr økinum vísa fólk, sum hava leitað sær oman til strendurnar í einari roynd at flýggja í frítíðarbátum, sum kunnu taka tey upp. Turkiska sjóverjan hevur sent skip til økið, og bjargingartænastan er til reiðar, um tað gerst neyðugt at flyta fleiri fólk úr økinum sjóvegis.

 

Myndugleikarnir í Turkalandi hava heitt á lokala fólkið og ferðafólk um at rýma úr einum minni býi - Turnuc - sum liggur við Marmaris-strondina, sum eisini er umtókt ferðamál í landinum.

 

Ógvusligu eldarnir í økinum halda fram í kvøld, og vindurin er so mikið frískur, at tað er trupult hjá sløkkiliðsfólkunum, ið royna at fáa tamarhald á støðuni. 

 

Fólk í býum, sum liggja í sonevnda Mugla-landslutinum í Turkalandi, hava í sosialum miðlum biðið um hjálp. Bæði ferðafólk og lokala fólkið í økinum hava í dag pakkað kuffertini og hava roynt at komið sær í bátar fyri at sleppa burtur úr økinum.

 

Onnur bíða ræðslusligin eftir at vita, um eldurin fer at koma heilt oman til stondina, og tað er hann komin í fleiri økjum.

 

##med2##

 

Skóg-og landbúnaðarráðharrin í Turkalandi, Bekir Pakdemirli, vísir á, at 111 skógareldar í landinum í løtuni eru undir eftirliti, tó at fleiri eldar eru kyknaðir síðan mikudagin í vikuni. Sagt verður, at skógareldar eru vanligir í landinum í heitu og turru summarmánaðunum.

 

Men, skógareldarnir hesaferð eru teir mest umfatandi í nógv ár. Hitin í summar hevur eisini verið methøgur, og í juli vórðu máld 49,1 stig í eitt nú Cizre, sum liggur í landsynningspartinum av Turkalandi.

 

Sambært tølum hjá ES hevur Turkaland verið rakt av 133 skógareldum higartil í 2021 í mun til eitt miðaltal árini millum 2008 og 2021, sum er 43. Eisini í Grikkalandi og eitt nú Spania berjast sløkkiliðsfólk móti skógareldum.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Hetta er ikki stuttligt - at standa og bíða eftir farti, meðan skógareldur nærkast strondini.

Fleiri hús og frítíðaríbúðir eru gird inni av herviligum skógareldi í Turkalandi.