Ferðafólk á ferðamannaskipi sóu delfinslátur í Føroyum

Í vikuni frættist, at Ambassador Cruise Lines hevur umborið seg fyri teimum 1.000 ferðafólkunum, eftir at ferðamannaskipið kom til Havnar, júst tá siðbundi sláturin av grindahvalum fór fram

 

Stjórnin í Føroyum heldur fast við grindadráp hóast altjóða fordøming av grindahvalum, sum er eitt slag av delfinum, skrivar ABC News. (Arkivfoto). - Foto: Jørgen Jessen/Ritzau Scanpix

Soleiðis skrivar ABC News um grindadrápið í Havn næstsíðsta sunnudag.

– Vit vóru ótrúliga vónbrotin av, at veiðan fór fram, júst tá okkara skip lá í havn, sigur felagið.

– Stjórnin í Føroyum heldur fast við grindadráp hóast altjóða fordøming av at drepa grindahval, sum er eitt slag av delfinum, skrivar ABC News.

Og víðari sigur ABC News, at stjórnin í Føroyum leggur dent á, at veiðan er farin fram í meira enn túsund ár, og at hon er skipað við lóg.

Árliga verða sambært stjórnini veiddir umleið 800 grindahvalir, veit ABC News at siga úr Føroyum, skrivar Ritzau tíðindastovan.

 

 

 

Stjórnin í Føroyum heldur fast við grindadráp hóast altjóða fordøming av grindahvalum, sum er eitt slag av delfinum, skrivar ABC News. (Arkivfoto). - Foto: Jørgen Jessen/Ritzau Scanpix