Næstan fimm ár! So leingi tók tað einum fløskuposti at ferðast úr Klaksvík til gjáar.
Tá ið 15 ára gamli Erling Mørkøre nú ein dagin var sær niðri í fjørðini við Gjógv, fekk hann eyga á eina fløsku, sum hann tók upp. Tað bar ikki mætari á, enn at eitt bræv lá inni í fløskuni. Tað vísti seg at vera ein fløskupostur, sum varð tveittur á sjógv ein av sjómannadøgunum í Klaksvík á sumri í 2010.
Sostatt hevur fløskuposturin hvat næstan fimm ár um at ferðast til Gjáar. Tann sum hevur sent fløskupostin er, Kjartan Vitalis Joensen, Kósabrekka 8, 700 Klaksvík.
|