Ferðvinnan ørkymlað av Uttanríkisráðnum

Ferðavinnan er ørkymlað av teimum sparingum, sum eru framdar á ferðavinnuøkinum seinastu tíðina. - Føroysk ferðavinna er nú í vanda fyri at missa ein enn størri marknaðarpart til onnur lond, sum prioritera ferðavinnu hægri, sigur Ferðavinnufelagið í almennari fráboðan Felagið hevur fyri løtu síðani sent út altment skriv, har felagið spyr Jørgen Niclasen, landsstýrismann, hvat vinnan kann vænta frá almennari síðu - og biðjur hann um at koma við eini klárari útmelding um tær ætlanir, sum liggja fyri framman.

Skrivið frá Ferðavinnufelagnum er soljóðandi:

»Fyri tíð síðan bleiv táverandi Ferðaráðið (Samvit) lagt saman við Uttanríkisráðnum og ferðavinnudeild bleiv skipað undir Uttanríkisráðnum. Tá fekk Ferðavinnufelagið á fundi at vita, at hetta var ein uppraðfesting av ferðavinnuni, og at vinnan fór at merkja batan við at meira fór at verða sett av til branding og markaðarføring av føroyum og at hettar skuldi gerast í samstarvið við vinnuna

Síðan tá er eisini ferðavinnuumboðan føroyinga í Danmark niðurløgd og flutt til Føroyar at umsita. Hettar viðførir, at vit eru enn longri burtur frá okkara høvðusmarknað sum er Danmark. Umframt at skrivstovan í Danmark lat aftur, hevur Uttanríkisrðaið nú eisini framt fleiri uppsagnir á ferðavinnudeildini hjá Uttanríksráðnum.

Hesar broytingar kunnu ikki uppfatast um uppraðfestingar av føroyskari ferðavinnu; heldur tað mótsætta.

Niðurlegging av týðandi funktiónum á ferðavinnudeildini hjá Uttanríkisráðnum merkja at tað alsamt verður tyngri at fáa ferðavinnuvirksemi í Føroyum at hanga saman og í síðsta enda geva ein íkast til føroyska búðskapin. Hettar rakar bæði flutningsfeløgini, hotellini, matstovunar og allar aðrar undirveitarar til føroyska ferðavinnu, sum øll royna at samstarva um at fáa ferðavinnuna at blíva til nakað stórt í Føroyum.

Við at niðurleggja týðandi marknaðar- og samskiftisuppgávur er stórur vandi fyri at tað arbeiðið sum verður framt á ferðavinnudeildini hjá Uttanríkisráðnum dettur niðurfyri og vitanin verður burtur.

Ferðavinnufelagið harmast allar hesar niðurleggingar og eftirlýsir ein veruligan politikk á økinum og eina útmelding frá avvarðandi myndugleika um, hvat ætlanin er við føroyskari ferðavinnu. Tær broytingar sum hava verið seinastu árini hava ikki verið føroyskari ferðavinnu at frama ? heldur mótsætt.

Føroysk ferðavinna er við seinastu »prioriteringum« í vanda fyri at missa ein enn størri marknaðarpart til kappingarneytar; kappingarneytar (lond) sum hava raðfest ferðavinnu frammaliga. Tey lond sum vit kappast við og kunnu samanbera okkum við eru fyrst og fremst Ísland og Norra og hyggja vit eftir hesum báðum londum so hava bæði londini gjørt nógv við branding og markaðarføring av sær sjálvum sum destinatión ímeðan vit í Føroyum hava liðið og sovið.

Um vit skulu gera okkum nakra vón um at selja Føroyar sum eitt ferðafólkaland so er alneyðugt, at vinnan og almennu føroyar standa saman um hettar arbeiðið, og at tey lyfti, sum vinnan hevur fingið og arbeiðir út frá, verða hildin frá almennari síðu.

Ferðavinnufelagið vil í hesum sambandi heita á landsstýrismannin, ið varðar av hesum øki, at koma við einari klárari útmelding um tær ætlanir sum liggja fyri framman. Hvat kann vinnan nú vænta frá almennari síðu?«

Skrivað undir áheitanina vegna Ferðavinnufelagið hava:

Jákup Sverri Kass, form.

Atlantic Airways

Henny í Líknargøtu

Smyril Line

Jóhanna Rasmussen

Hotel Føroyar

Fríðun Hansen

Green Gate Incoming

Finn Johannesen

VILT í suðuroy