Ferð á íverksetan í fólkaskúlanum

ÍVERKSETARAHÚSIÐ Nú er stóra FM kappingin í íverksetan í folkaskúlunum byrjað.??Eftir eina væleydnaða pilotverkætlan seinasta skúlaár við luttøku av fýra fólkaskúlum, luttaka nú átta skúlar við 4-500 næmingum í kappingini.??

Kappingin er byrjað við einum íverksetarskeiði fyri lærarunum, og í morgin verður fylgt upp við eini røð av seks Innovation Camps fyri næmingunum, sum verða hildnir í Spaniastovu í Klaksvík.??

Seinni í ár verður fokus sett á sølu og framtraðkan, og í januar 2012, fáa allir næmingarnir professionella ráðgeving í teimum verkætlanum, sum næmingarnir hava ment gjøgnum skúlaárið.??Kappingin endar við stórslignari finalu 24. februar komandi ár. ??

Luttakandi skúlarnir í ár eru Meginskúlin á Sandi, Nám X í Eysturskúlanum, Kommunuskúlin í Tórshavn ella Skúlin á Løgmannabreyt, Stranda Skúli, Runavíkar Skúli, Fuglafjarðar Skúli, Skúlin á Ziskatrø og skúlin við Ósánna.