Ferðtálmandi tiltøk í Miðvági

Býráðið í Vága kommunu ynskir at bøta um ferðslutrygdina á Kumlavegi, og hevur tí latið gjørt eitt uppskot um ferðtálmandi tiltøk.

Løgreglan hevur góðkent uppskotið.

Endamálið er at tálma ferðsluni, umframt at beina ferðsluna burtur frá gørðum á ávísum støðum, har gøtur koma út í vegin, og har torført kann vera at síggja fólk til gongu, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.

Av tí at Kirkjavegur er stongdur fyri lastbilum, og einasti koyrivegur til grótbrotið við bátahylin er Kumlavegur, er nakað av lastbilum á Kumlavegnum.

Uppskotið tekur ikki støðu til, hvørt tað skal vera loyvt at parkera fram við Kumlavegi. Parkeraðir bilar gera vegin trengri, og tí ferðina lægri. Hinvegin er nýtt alment parkeringspláss á vegnum, so tørvurin á parkeringsbásum við vegin er helst ikki so stórur.

Kommunan hevur keypt nakrar flytbarar ferðsluforðingar at seta á vegin. Tær verða boltaðar fastar í vegin og kunnu flytast eftir tørvi. Soleiðis kann eitt hugskot verða, at seta tær út í eini royndartíð og so eftirmeta tá ið sæst, hvussu væl tær virka. Mátini eru 60 cm x 90 cm.

Tá ið vegurin er skeltaður til 30 km/t (eins og býlingurin við Kirkjar) verður harafturat mælt til, at innanhýsis frástøða millum ferðtálmandi tiltøk, er umleið 75 metrar. Ferðsluforðingarnar skulu setast parvís. 

##med2##

Tann mittasta av teimum trimum er sett at vera undir garðinum hjá Brandi Joensen, sum er tað staðið, har íbúgvarnir á gøtuni hava serligan ampa av, at fótgangarar kunnu vera ringir at síggja. Hetta tí garðurin hjá Brandi er høgur grótlagaður garður. Mett verður tí, at tað er serliga her, at tað er týdningarmikið at fáa bilarnar at flyta frá garðinum.

Politiið skal góðkenna tað, sum verður gjørt. Eisini møguliga skelting. 

Uppskotið er nú farið til hoyringar, og borgarar í kommununi eru vælkomnir at gera viðmerkingar. 

Býráðið tekur so viðmerkingar tykkara við í málsviðgerðini.