Suðuroyggin varð enn einaferð rakt av einum ferðsluskelki fyrrapartin í gjár. Ein ung genta, sum í bili var á veg í skúla við Miðnámsskúlan í Vági, varð árend av einum lastbili, sum var á veg norðureftir. Gentan doyði á staðnum.
Skifti breyt
Av tí at eingi vitni vóru til sjálvt óhappi, sum hendi stutt eftir klokkan átta í gjáramorgunin, við kirkjugarðin í Øravíkarlíð, veit løgreglan í Suðuroy ikki heilt vist, hvussu ólukkan hendi.
? Men fyribils vita vit, at lastbilurin, sum var á veg norðureftir, fór yvir í breytina hjá persónbilinum, sum var á veg suðureftir. Hví tað hendi vita vit ikki, men kanningarnar higartil vísa, at tað neyvan er talan um ov høga ferð, verður sagt av løgregluskrivstovuni á Tvøroyri.
Løgreglan greiðir frá, at tá lastbilurin fór yvir í hitt borðið rendi hann inn í síðuna á bilinum og skrædlaði hann ein stóran part av síðuni.
? Ein slík vanlukka er so ógvuslig, tí ein lastbilur er so øgiliga tungur. Og hetta er uttan iva nakað, sum er komið heilt óvart á tey bæði, tí tað vóru eingi bremsispor at síggja á vegnum, sigur løgreglan.
Lastbilurin eisini stóran skaða
Eftir at hava rent á persónbilin helt lastbilurin leiðina fram yvir um vegin, legði ein lyktapela niður áðrenn hann endaði í veitini. So tungur sum ein slíkur lastbilur er, so skrædnaði foraksilin og bæði framhjólini og tey endaðu afturi undir bilinum, greiðir løgreglan frá.
Hóast løgregla og sjúkrabilur komu á staðið alt fyri eitt, so var einki at gera. Gentan var deyð á staðnum og har var einki, sum hjálparfólkið kundi gera.
Førarin á lastbilinum fekk bert smávegis snuddir umframt at hann fekk sær ein skelk fyri lívið.
Hetta er onnur syndarliga ferðsluvanlukka, sum hendir á leiðini við Øravík innan stutta tíð.